Í fyrradagin var HB søgan, at felagið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Ása Dam. Hann er vongverji í vinstru, sum eftir summarsteðgin var útleigaður til 07 Vestur, hann hann vann sær fast pláss á liðnum.
Í kvøld eru HB tíðindini, at felagið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Ára Mohr Jónsson. Hann er eisini síðuspælari í vinstru, har hann hevur dygdir bæði í verjupartinum og álopspartinum.
29 ára gamli Ári Mohr Jónsson hevur fleiri ferðir roynt seg uttanlands. Í Danmark hevur hann roynt seg í Silkeborg IF, og í Norra hevur hann roynt seg í Sandnes Ulf.
Hann spældi við barndómsfelagnum HB í 2016 og 2017, og síðani 2022 hevur hann aftur verið í HB.
Sambært faroesoccer.com hevur Ári Mohr Jónsson spælt 83 dystir í bestu landskappingini og skorað eitt mál – tað var 30. apríl í 2017, tá ið HB hevði vitjan av Víkingi. Úrslitið var 2-2, og fimm minuttir undan steðginum javnaði Ári Mohr Jónsson til 1-1.
Ári Mohr Jónsson hevur spælt 19 landsdystir og skorað eitt mál, og hann hevur spælt sjey U21 landsdystir og skorað tvey mál.