Tollaksmessudag boðar NSÍ frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við landsliðsspælara, sum ikki áður hevur umboðað felagið.
Talan er um Juliu Naomi Mortensen, sum nú flytur úr Danmark og til NSÍ. Hon umboðaði í Danmark frá 202 og síðsta árið AaB, har hon átti fast pláss á miðvøllinum.
Julia Naomi er 23 ára gomul, og er ættað av Tvøroyri. Ungdómsárini spældi hon við TB og flutti í 2017 til HB. Í HB var Allan Dybczak, sum nú er NSÍ venjari, venjari hjá HB, og við honum sum venjara og Juliu Naomi Mortensen á liðnum vann HB í 2019 steypakappingina. Ta ferðina var Heidi Sevdal, sum annars altíð hevur spælt við NSÍ, á HB liðnum.
Julia Naomi hevur sambært faroesoccer.com spælt 72 dystir í Betri deilduni, og skorað 41 mál. Hon hevur spælt 26 landsdystir og skorað tvey mál.
NSÍ vann í farna kappingarári steypafinaluna ímóti KÍ, og tað er einki dulsmál, at tey í NSÍ ætla sær at vinna FM heitið.