Ongi úrslit

Landsliðsspælari fer nú at spæla við HB

Lea Lisberg, sum hevur spælt 20 ferðir á landsliðnum, fer nú at spæla við HB

hb.fo
17 tímar síðan

Áður hevur hon spælt við EB/Streymi, sum hon var við til at vinna tvey FM heiti við, og í 2024 spældi hon við Víkingi. Í 2025 var hon so mikið darvað av skaða, at tað ikki bar henni til at spæla. Í kvøld veit HB at siga, at Lea Lisberg nú fer at spæla við HB. Sambært FaroeSoccer hevur hon spælt 20 landsdystir og skorað eitt mál.

HB skrivar soleiðis:

Sum smágenta gekk Lea Símunardóttir Lisberg í HB-klæðum og sang HB-sangir. Og komandi kappingarár fer 23-ára gamla Lea aftur í HB-klæðini. Hesa ferð sum spælari, og ikki bara sum fjeppari.

– Kona pápa mín er HBari, so sum smágenta gekk eg í HB-klæðum, meðan eg rann runt og sang HB-sangir. Tí følist tað ikki heilt nýtt fyri meg.

Lea spældi øll síni ungdómsár við EB/Streymi. Sum bert 15-ára gomul spældi hon á fyrsta sinni í fremstu deildini fyri felagsliðið EBS/Skála, har hon var við til at vinna greipuna í bæði 2017 og 2018. Í 2024 spældi hon við Víkingi, men komandi kappingarár fer hon so í aftur í reyða og svarta búnan, sum hon plagdi at ganga í sum fjeppari.

– Eg havi leingi hugsað, at tað kundi verið spennandi at spælt við HB, og nú tá eg gangi í skúla í Havn og eri nógv her, so bleiv avgerðin lættari at taka. Felagsskapurin og karmarnir eru góðir, og eg kenni fleiri av spælarunum. So at eg nú havi valt at spæla við HB, er heilt natúrligt, sigur Lea at enda.

Í landsliðshøpi hevur Lea spælt á øllum ungdómslandsliðum frá U15 til U19, umframt at hon eisini hevur 20 A-landsdystir í beinunum.

Lea kann spæla á nógvum ymiskum plássum á vøllinum. Hon kann spæla í verjuni, har hon eisini hevur spælt sínar flestu A-landsdystir, og hon kann spæla í álopinum. Nakað sum hon gjørdi í Víkingi í 2024, har hon skoraði 25 mál í 22 dystum.

Tað, sum eyðkennir Leu á vøllinum er, at hon er bæði kvik og sterk.

Vit bjóða Leu vælkomnari, og eru sera glað fyri, at hon hevur valt at spæla við okkum komandi kappingarár.

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

5 tímar síðan

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Ein rópti rastistisk ókvæmisorð eftir løgreglufólki - og ein rætti teimum longutong

8. november kl. 10:06

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41