H71 skrivar soleiðis í morgun:
A landsliðsmálverjin Pauli Jacobsen kemur aftur til H71.
Eftir at hava spælt í hálvt ár í franska felganum Cherbourg hevur Pauli valt at siga upp sáttmálan. Støðan í franska felagnum hevur seinastu tíðina verið ónøktandi. Leikarar eru farnir eins og nógv skift í venjaratoyminum.
Alt í alt var støðan ikki nøktandi, og tí metti Pauli, at hann fekk betur umstøður at menna seg í H71 eina tíð. Hann ætlar sær tó av landinum aftur seinni.
Vælkomin heim aftur Pauli. Vit gleða okkum at síggja teg í málinum hjá H71, skrivar H71.
Hetta er onnur ferðin, at Pauli Jacobsen hevur roynt seg uttanlands. Hann var blaðungur, tá ið hann saman við Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákuni West av Teigum var á hondbóltsskúla í Skanderborg og skjótt varð fluttur upp. Tá hann leingi hevði verið skaðadarvaður, gjørdi hann av at flyta aftur til H71.