Føroyski landsliðsspælarin Hørður H. Askham hevur skift felag. Higartil hevur hann í Danmark spælt við AB Gladsaxe í triðbestu deildini. Í dag eru tíðindini, at FC Roskilde, sum fyrr í summar flutti upp í næstbestu deildina, hevur keypt Hørð H. Askham leysan av sáttmálanum við AB. Hørður er nú fram til á sumri í 2026 sáttmálabundin í Roskilde.
Hetta skrivar FC Roskilde á heimasíðu síni í kvøld.
Í Føroyum hevur Hørður spælt við B36, KÍ og HB, og higartil hevur hann spælt 16 landsdystir. Í FC Roskilde fer 29 ára gamli føroyski landsliðsspælarin at spæla við nummar 5 á troyggjuni.
-Hetta var einføld avgerð. Málið er at spæla á so høgum støði, sum tað ber til og at royna meg í NordicBet liguni. Tað er 100 prosent ítróttaliga málið at spæla á so høgum stigi, sum tað ber til, ið er orsøkin til at flyta úr AB og til FC Roskilde. Seinastu dagarnar hevur tað gingið skjótt fyri seg, men eg havi fingið góða kenslu fyri tí, sum gongur fyri seg í Roskilde. Tey í og kring felagið vísa seg at vera góð fólk, og ætlanin við liðnum sær spennandi út, sigur Hørður H. Askham við FC Roskilde, og hann heldur fram:
-Tað er altíð torført at vera uppflytari, men málið er at spæla fyri at varðveita plássið í deildini. Eg vóni at vera við til, at tað fer at eydnast felagnum at røkka málið. Umframt í bestu deildini í Føroyum eigi eg altjóða royndir við landsliðnum og í bæði Champions League og UEFA EUROPA LEAGUE, og so kemur tað væl við, at eg síðstu tíðini hava spælt í donsku landskappingini og í AB, sigur Hørður H. Askham, ið sigur seg dáma væl mátan, sum teir í Roskilde spæla fótbólt uppá.
Eftir fýra umfør í nýggja kappingarárinum er FC Roskilde aftast í næstbestu deildini við 0 stigum.
Næsti dysturin hjá FC Roskilde verður í annaðkvøld á útivølli ímóti FC Fredericia, har føroyski landsliðsmálverjin Mattias H. Lamhauge er aftasti skansi. FC Fredericia er næstfremst við 9 stigum.