Hóast hann fyrra partin av árinum var skaðaplágaðuyr, so mundi hann í 2023 ivaleyst vera eyðsýndasti B68 spælarin. Tað hava tey í øðrum feløgum sjálvandi lagt til merkis, og tað hevur verið áhuga at fáa hansara undirskrift, men nú hevur hann skrivað undir uppá, at hann eisini í 2024 fer at spæla við barndómsfelagnum.
Talan er um Áka Johannesen, sum umframt at spæla við B68 er sjálvskrivaður miðverji á U21 landsliðnum, har hann higartil hevur spælt níggju ferðir. Hann kundi havt spælt fleiri landsdystir í ár, um skaði ikki helt honum burtur fyrra partin av árinum.
Áki Johannesen fylti 11. november 21 ár. Hann hevur spælt 61 landskappingardystir í bestu deildini. Í ár var hann við í 16 dystum í bestu deildini. Tað komst av, at skaði helt honum burtur frá fótbólti frá 22. apríl og fram til 4. juni.
Fyri B68 var tað heilt avgerandi, at hann varð tøkur aftur, tá ið amerikanski miðverjin Aidan Liu fór av landinum, tá ið kappingin var hálvrunnin.
Hóast Áki Johannesen ikki var við alt kappingarárið, so varð hann roknaður at vera ársins spælari í B68, og nú er tað greitt, at hann eisini í 2024 verður í reyðu troyggjuni og svørtu brókunum, sum er búnin hjá teimum á Svangaskarði.