Teitur Matras Gestsson er ikki á listanum í dag hjá HB, sum hevur vitjan av ÍF. Nýggjur maður millum HB stólparnar er Bjarti Vitalis Mørk. Hann fekk landsliðsboð, tá ið Teitur Matras Gestsson var noyddur at geva avboð til uttanlandsferðina fyri stuttum.
Mikkel Dahl er toppskjútti hjá HB og ovast á máltindinum. Hann er ikki millum teir fyrstu ímóti ÍF, men hann er á beinkinum. Heðin Hansen og Jákup L. Thomsen eru nýggir á liðnum sammett við tað liðið, sum spældi í Trongisvági.
Umframt Mikkel Dahl er Eivind R. Mouritsen ikki millum teir fyrstu ellivu. Teir eru báðir á beinkinum.
Mikukvøldið vann ÍF 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tá sá Jhon Mena tvær ferðir gula kortið og harvið eisini reytt kort. Hann er leikbannaður í dag. Avloysarin er Dánjal á Lakjuni, sum mikukvøldið varð skiftur inn, tá ið ein tími var farin.