Landsliðsmálverjin er framvegis skaddur

Hjá ÍF eru fleiri av lyklaspælarunum ikki tøkir í heimadystinum ímóti HB

Jóannes Hansen
13. august 2023 kl. 14:28

Tað kemur illa við hjá HB, og tað kann fara at vísa seg at vera stórt tap hjá landsliðnum. Landsliðsmálverjin Teitur M. Gestsson hevur ikki verið á HB liðnum síðani 25. juni, tá ið HB tapti 2-1 í Sørvági. Síðani hevur hann ikki verið førur fyri at spæla, tí hann er skaddur, og hann er heldur ikki í HB málinum í dag. HB er í Fuglafirði.

Teitur hevur slitið ein vødda í lærinum, og enn er ikki greitt, nær hann aftur verður førur fyri at spæla. Væl skikkaður eykamálverji er Bjarti Vitalis Mørk, sum hevur fingið nógv størri leiklut í HB, enn tað sá út til, at hann fór at fáa, tá ið hann skrivaði undir sáttmála við HB.

Umframt Teit eru fleiri aðrir HB spælarar á skaðalistanum - Samuel Johansen Chukwudi, Ejvind R. Mouritsen og Heðin Hansen. Eisini Heri Hjalt Mohr er skaðadarvaður, men hann er á beinkinum í Fuglafirði.

Hjá ÍF eru Elvio Gelmini og Tóri Nolsøe Olsen leikbannaðir. Dánjal á Lakjuni er burturstaddur, og Pól Jákup Ludsbjerg er skaddur. ÍF hevur skift málverja. Í dag er Jákup Nolsøe Olsen millum stólparnar, meðan Tóri Traðará er á beinkinum.