Landsliðsmálverji er framvegis væl fyri

Hóast hann ikki hevur verið sáttmálabundin í skjótt eitt ár, so er møguleiki framvegis fyri, at hann aftur fer at spæla fótbólt

Jonhard Hammer
10. desember 2023 kl. 21:55

Síðani á nýggjárinum ella í eitt knapt ár hevur Gunnar Nielsen ikki verið bundin at nøkrum fótbóltsfelag. Tá var sáttmálaskeiðið lokið hjá honum í FH, har hann hevði verð síðani tíðliga í 2016.

Hann spældi fyri 70. og higartil seinastu ferð á landsliðnum 16. november í fjør, tá ið tað í vinardysti á útivølli ímóti Kekkia endaði við 5-0 tapi.

7. oktober fylti Gunnar Nielsen 37 ár. Nú búgva hann og familjan í Føroyum. Hann hevur ongantíð alment boðað frá, at hann er givin við fótbóltinum, og vit skilja á lagnum, at tað er ikki óhugsandi, at hann aftur verður at síggja á vøllinum.

-Eg venji framvegis og haldi meg vera væl fyri. Síðani vit fluttu til Føroya hava onkrir fyrispurningar verið, men higartil hava fyrispurningarnir ikki kenst at vera nóg áhugaverdir, tá ið teir hava verið hildnir upp ímóti frælsinum, sum tað hevur kenst at hava verið ikki at vera bundin av fótbóltinum soleiðis, sum eg havi verið í so ógvuliga mong ár, sigur Gunnar Nielsen, sum tó ikki avvísir, at tað framvegis er møguleiki fyri, at hann aftur fer at spæla.

Longu í 2004, tá ið hann var 17 ára gamal, fór Gunnar Nielsen av landinum at royna seg sum fótbóltsspælari. Fyrsta felagið var BK Frem í Valby í Keypmannahavn, og toppurin var tað, tá ið hann umvegis Blackburn og Motherwell FC var í Manchester City, har hann 24. apríl í 2010 fekk høvi at royna seg í Premier League. Tað var eitt korter undan leikloki, at hann avloysti Shay Given, sum fór skaddur av vøllinum í dysti ímóti Arsenal. Seinni var hann leigaður út til Wrexham og Tranmere Rovers, áðrenn hann spældi við Silkeborg, Motherwell og spældi við Stjarnan í Íslandi, áðrenn hann í 2016 flutti til FH á Hafnafirði.