Tað vóru tveir av gomlu Landskronahetjunum, sum hittust og fegnaðust, tá ið HB hevði fingið løgmanssteypið handað.
Kaj Leo Holm Johannesen var í síni tíð fastur maður millum stólparnar hjá HB, og NSÍ var barndómsfelagið hjá Jens Martin Knudsen, sum nú er málmansvenjari hjá HB.
Á landsliðnum kappaðust teir fyri 25-35 árum síðani um plássið millum stólparnar.
Í kvøld fegnast teir báðir um steypasigurin hjá HB.
Steypasingurin hjá HB ber við sær, at tað verður NSÍ, sum saman við Víkingi, KÍ og HB fer at luttaka í Europa.
-HB er mítt felag, og í míni tíð var tað bara við HB, at eg spældi, og HB hevur framvegis stóran týdning fyri meg. Nú siti eg í rullustóli og stríðist fyri at koma fyri meg aftur. Í kvøld frøddi tað meg at síggja, hvussu mínir menn stríddust, og at tað loysti seg at stríðast, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.