Landsliðsvenjarin: – Vit trúgva upp á ein samanlagdan sigur

Føroyska landsliðið við kvinnum spælir seinna dystin í HM-undankappingini ímóti Kosovo í kvøld. Venjarin er bjartskygdur, hóast tær skulu taka trý mál inn fyri at røkka víðari luttøku

Sonni Larsen, landsliðsvenjari, trýr upp á ein sigur ímóti Kosovo. Mynd: Jens Kristian Vang
Helgi Hoydal
5. november 2022 kl. 12:38

Avrikið hóskvøldið varð ikki sum ætlað hjá føroyska landsliðnum, tá kvinnurnar taptu 27-24 fyri Kosovo. Fyri at tryggja sær víðari luttøku skal liðið vinna við, í minsta lagið, fýra málum, ella vinna brotskastkappingina sum veður veruleiki um tær vinna við trimum.

Seinastu tillagingarnar eru gjørdar

Venjarin, Sonni Larsen, sigur við Dimmalætting, at tær hava hugt eftir, og tillaga tað sum skal til fyri at knógva Kosovo í kvøld.

– Vit fingu vant væl í gjár, og eftir ætlan fara vit við teimum broytingunum at spæla ein betri dyst í dag, enn seinast, sigur venjarin.

Hóast vónirnar eru stórar, bæði hjá leikarum, viðhaldsfólki, og ikki minst veddingarfyritøkunum, sigur venjarin at man skal ansa eftir við at undirmeta mótstøðuna.

– Kosovo er eitt gott lið. Tað er eisini trupult at síggja alt, millum annað tá man fyrireikar seg við filmi áðrenn dystin, men í dag hava vit eina kenslu av hvørjum vit møta, sigur hann.

Verjan skal tettast

Sonni Larsen ásannar at í verjuspælinum vóru avbjóðingar sum hann ikki var væntaði.

– Vit standa alt ov langt frá hvørjum øðrum, so tað verður ringt at bakka upp og hjálpa tá tað er neyðugt. Tað hava vit millum annað arbeitt við síðan dystin hósdagin, sigur hann.

Hann staðfestir, at hóast man leggur eina ætlan, er tað ikki altíð at tað er líka lætt at loysa uppgávurnar á vøllinum. Knappliga er onkur, ella okkurt sum tú ikki klárar at loysa.

– Vit løgdu ein taktikk til dystin hósdagin sum burdi hildið, í øllum førum eftir tí sum vit meta, men tað gjørdi tað ikki, sigur hann.

– Skulu tit ansa eftir nøkrum serligum?

– Ja, vit skulu vera tættari og ágrýtnari í verjuni, vinstri bakkurin og spælskiparin mugu ikki sleppa so lætt til møguleikarnar, so fáa málverjarnir eisini fleiri bjargingar.

Seinni hálvleikur í dag

Í HM-undankappingini verða dystirnir leiktir soleiðis at tað er samanlagdi vinnarin eftir tveir dystir sum fer víðari í kappingini.

Mál á útivølli sum fyrr hava verið avgerðandi, eru nú strikaði. Um samanlagda úrslitið verður javnt, so skulu liðini beinleiðis í brotskastkapping.

Um Føroyar vinnur í dag, fer liðið víðari til næsta “play-off” umfar. Í næsta umfari fara vinnararnir beinleiðis til HM-endaspælið. Í næsta umfari eru tað millum annað tjóðir sum Spania, Kroatia, Frakland, Týskland, Holland, Rumenia, Serbia, sum verða við í lutakastinum.

Dysturin í kvøld byrjar 18.30, og Kringvarpið vísir dystin beinleiðis.