Myndir: HSF
Landsliðið vitjaði aftur á kendar gøtur
Seks av landsliðsspælarunum hava gingið í Hoyvíkar skúla, har kvinnulandsliðið vitjaði í morgun
Hondbóltssamband Føroya
4. apríl 2024 kl. 12:15
Føroyska kvinnulandsliðið hyggur nú fram móti uppgávuni móti Íslandi, sunnudagin kl. 17.00.
Í dag verður ein løtt venjing á skrá, áðrenn flogið verður til Íslands í morgin. Stundir vóru tó til, í morgun, at vitja í Hoyvíkarskúla, har heili 6 av leikarunum hava gingið - Bjarta Johansen, Jana Mittún, Karin Egholm, Annika Fríðheim Petersen, Brynja Høj og Elsa Egholm.
Børnini sungu tríggjar sangir, Jana Mittún segði nøkur orð um, hvussu tað er at vera landsliðsleikari og yrkisleikarin í einari av teimum bestu deildunum í verðini og fingu børnini eisini møguleika fyri at fáa autografar.