Landsliðið vitjar á Glyvrum

Glyvra skúli og vøllurin, har graslíki fyri stuttum er lagt á, høvdu í góðveðrinum í morgun vitjan av landsliðsspælarunum

Jóannes Hansen
14. juni 2023 kl. 13:34

Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri í Runavíkar kommunu skrivar soleiðis á facebook:

Landsliðið vitjar á Glyvrum

Hevur tú sæð Johan Cruyff, Ruud Gullit, Bobby Charlton, George Best o.a. frá lektaranum á einum stórum fótbóltsvølli, og sæð ta syrgiligu hendingina, beinleiðis á skíggja, táið Pelé varð skaddur í Onglandi í 1966, so fer tað ongantíð undan húðini aftur. Føroysku landsliðsleikararnir eru komnir í ta somu kategori´una.

Táið nýtt graslíki varð lagt á heimavøllin hjá NSÍ við Løkina í Runavík í fjør, avgjørdi býráðið samstundis, at nýtt graslíki skuldi leggjast á gamla hondbóltsvøllin omanfyri skúlan á Glyvrum. Umframt kappróðurin á fjørðinum var mesti aktiviteturin hjá NSÍ á hesum vøllinum, áðrenn fótbóltsvøllurin úti við Mýrarnar var tøkur í 1972. Samstundis var hetta spæliplássið hjá teimum flestu frá skúlaloki til skýming, og nógvir av teimum seinri kendu spælarunum hjá NSÍ er uppvaksnir á hesum vøllinum, sum onkur hevur rópt Glyvraplen ella Plenan á Glyvrum.

Í dag vitjaði fótbóltslandsliðið hjá monnum saman við Håkan Ericson og toyminum kring um landsliðið hendan ”nýggja” vøllin, har spælt var saman við teimum, sum dagliga halda til í skúlanum. Hetta var eyðsýniliga ein líka stór løta fyri tey ungu í dag, sum tað var fyri borgarstjóran í sínari tíð at síggja legendurnar nevndar omanfyri. Mathias Davidsen, Petur Knudsen og Klæmint Andrasson Olsen, allir uppvaksnir í NSÍ, eiga ivaleyst nógvar góðar løtur á hesum vøllinum - og í dag vitjaðu teir aftur sum landsliðsleikarar.

Hetta var ein sera skilagóð avgerð hjá FSF, at leggja leiðina hendan vegin í dag. Ein góður máti at gera fótbóltsspælið til ogn hjá øllum. Loyvdi mær í stuttari røðu at greiða frá, at vit sum smádreingir høvdu nakrar teigar at spæla á – á Hvannadeildini, sum nú er undir Fjøruvegnum, ein teigur innanvert húsini hjá abba mínum og ein annar úti í Runavíkini, sum nú liggur undir svimjihøllini, - sum er á veg. Kann ætla at rituvíkingarnir fyri tað mesta hava spælt í skúlagarðinum í Rituvík. Eftir at hesin vøllurin á Glyvrum var komin, gjørdist hann stadion, har dreingir komu innaneftir, uttaneftir, omanífrá og niðanífrá, fyri at stuttleika sær bæði við hondbólti og fótbólti.

Tað sum bara vóru minnir, gjørdust kanska til ein nýggjan veruleika í dag. Teir báðir, formaðurin og stjórin í NSÍ, ætla í Røllum førum at gera brúk av hesum møguleikanum, nú felag okkara brynjar seg til eina framtíð millum teir bestu aftur.

FSF, stóra takk fyri vitjanina í dag.

ES: Av góðum grundum eri eg ongantíð áður biðin um at skriva eina autograf, - men nú siti eg við gø í skøvninginum av einum tusji fyri og øðrum eftir, tað sigur ikki so lítið um kæti teirra ungu í góðveðrinum í dag (sagt í skemti sjálvandi.)






😊