Seinastu árini hevur A-landsliðið við monnum spælt tilsamans tíggju landsdytir um árið, og nú er tíggjundi dysturin í 2023 komin upp á pláss.
Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt avtalu við NFF, norska fótbóltssambandið, at Noreg og Føroyar spæla venjingardyst á Ullevaal Stadion í Oslo hósdagin 16. november.
– Tað er altíð deiligt at fáa nakrar venjingardystir, og hesin dysturin verður góð fyrireiking til EM-undankappingardystin móti Albania, sum verður á útivølli fýra dagar seinni, sigur Eli Hentze, hjálparvenjari hjá manslandsliðnum.
Føroyska A-landsliðið við monnum hevur fýra ferðir áður roynt seg ímóti Noregi – í tveimum venjingardystum, og í undankappingini til EM 2020 vóru Føroyar og Noreg í bólki saman.