Landsliðið í eldin aftur í kvøld

Í gjár boðaði HSF frá, at øll atgongumerki til dystin millum Føroyar og Týskland í kvøld vóru útseld. Hetta boðar frá stórum spenningi millum føroysku áskoðararnar. Hóast stórur munur var á liðunum í Týsklandi, so verður spennandi at síggja, hvat landsliðið megnar á heimavøllið.

(Mynd: hsf.fo)
Kristian Waag Dam
16. apríl 2022 kl. 16:17

Tað er klokkan 19 í kvøld, at føroyska landsliðið í hondbólti skal taka ímóti týska landsliðnum. Hetta er seinni dysturin av tveimum. Fyrri dysturin varð leiktur mikudagin í Wunderino Arena í Kiel. Tá vann Týskland við átta málum, 34 - 26. Liðið, ið samanlagt vinnur báðar dystirnar sleppur at luttaka í HM-endaspælinum í Póllandi og Svøríki komandi januar

Til fyrra dystin sóust fleiri føroyskir fjepparar í týsku høllini, men í kvøld eru tað føroyingar, sum eiga heimavøll. Í gjár boðaði HSF frá, at øll atgongumerki longu vóru útseld til dystin í kvøld. Hetta boðar frá stórum spenningi millum føroysku áskoðararnar. Nýstovnaða fjepparafelagið hjá hondbóltslandsliðnum, Merkiðliđ, hevur eisini boða frá, at tey vóna at fólk eru við uppá at rópa og stuðla føroysku leikarunum.

Hóast føroyingarnir droymdu um eitt betur úrslit í Týsklandi, so gjørdist hesin dreymurin ikki veruleiki. Týska landsliðið vísti sínar dygdir og spældu á einum øðrum støði enn føroyingar. Serliga var tað týski málmaðurin, Andreas Wolff, ið spældi ein branddyst. Fyrstu fimm minuttirnar hevði hann tríggjar bjargingar og hevði eitt bjargingarprosent á áleið 50 prosent í hálvleikinum.

Alt gekk ikki eftir vild hjá føroyingunum í Týsklandi, heldur ikki hjá Elias Ellefsen á Skipagøtu. Hóast hetta gjørdist hann toppskjúttin á føroyska landsliðnum við fimm málum. Sjálvt um Elias Ellefsen á Skipagøtu einans er 19 ára gamal, so er hann longu vorðin snúðningspunkti á landsliðnum. Við sínum eyðkendu fintum og kvikleika, er tað hann, ið skal skjóta málini og leggja upp til málini hjá viðleikarunum.

Tað vóru fleiri glottar á føroyska liðnum. Bæði Peter Krogh og Rókur Akralíð í føroysku verjuni, stóðu væl ímóti stóra týska fysikkinum. Eisini var breiddin av føroysku málskjúttunum góð, har heili tíggju leikarar komu á máltalvuna. Eisini var Elias Ellefsen á Skipagøtu avgerandi í sínum assistspæli. Skulu Føroyar geva týskarum skarpan gang, so mugu teir byggja víðari á glottarnar, sum sóust í fyrra dystinum í Týsklandi.

Dysturin byrjar klokkan 19 og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum.