Føroyska landsliðið við monnum spældi leygardagin hálvfinalu í Baltic Cup ímóti Estlandi á Lilleküla leikvøllinum í Tallinn. Føroyska avrikið var ivasamt, og úrslitið var ikki gott. Eftir at Petur Knudsen legði Føroyar á odda, skoraði heimaliðið heili fýra ferðir, so endaliga úrslitið gjørdist 4-1 til Estland.
Í hinari hálvfinaluni vann Litava 2-0 ímóti Lettlandi. Tískil møtast Litava og Estland í finaluni í Baltic Cup, meðan Føroyar og Lettland skulu spæla um 3. plássið.
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at fyrradagin kom føroyski hópurin til Liepaja, sum liggur heilt har vesturi í landinum, og í gjár var venjing á Dugava leikvøllinum í Riga, har dysturin ímóti lettlendingum verður í dag klokkan 17.
Bæði avrikið og tapið ímóti Estlandi mugu sigast at vera eitt stórt vónbrot, og tí er at vóna, at vit fara at síggja eina uppreisn í dystinum í dag. Onki er at ivast í, at bæði venjarar og leikarar vilja reisa seg.
Fótbóltssambandið skrivar eisini, at í A-landsliðshøpi við monnum hava Føroyar og Lettland møtt hvør øðrum fimm ferðir áður. Fýra dystir eru endaðir við javnleiki, meðan Føroyar hava vunnið ein. Tað var í undankappingini til EM 2018, tá Føroyar tann 7. oktober í 2016 vunnu 2-0 á Skonto leikvøllinum í Riga. Málini skutu Sonni Ragnar Nattestad og Jóan Símun Edmundsson.
Landsdysturin millum Lettland og Føroyar byrjar klokkan 17 í dag, og kann síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.