Landsliðið er á Eiði og fyrireikar seg

Í dag fingu lokalu fjeppararnir høvi at heilsa upp á menninar, sum um tvær vikur fara til Berlin at luttaka í EM endaspæli

Myndir: HSF
Jóannes Hansen
27. desember 2023 kl. 20:05

Í dag og í morgin eru landsliðsspælararnir savnaðir, nú tað av álvara styttist til EM endaspælið.

Ítróttarhøllin á Eiði var karmur um venjingina í dag.

HSF skrivar soleiðis:

Seinast fyrireikingarnar fram ímóti EM-endaspælinum byrjaðu í dag. Manslandsliðið hjá monnum vandi á Eiði og vóru eisini stundir til at heilsa uppá lokalar fjepparar eftir venjingina.

Landsliðið spælir venjingardystir móti Belgia fríggjadagin 5. januar og leygardagin 6. januar í Høllini á Hálsi. Báðar dagarnar kl. 19.30. Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo.

Í hesum umfarinum verður vant í dag og í morgin.

So savnast hópurin aftur nýggjársdag, og tá verður hópurin savnaður, inntil EM endaspælið verður liðugt. Farið verður til Berlin 9. januar.