Landsliðið ferðast kring landið

Tríggjar dagar í hesi vikuni fer landsliðið í fótbólti at venja í trimum ymiskum støðum

Jóannes Hansen
4. november 2024 kl. 16:20

Fyrrapartin kunngjørdi Eyðun Klakstein, hvørjir spælararnir eru, sum hann hevur sent boð eftir at vera við í ferðalagnum, sum seinni í mánaðinum fer til Armenia og Norðurmakedonia.

Leygarkvøldið varð punktum sett fyri fótbóltsárið heima á landi, tá ið HB vann steypafinaluna ímóti B36.

Í feløgunum eru venjingarnar fyrstu vikurnar eftir kappingarlok ikki so intensar, sum tær hava verið. Tí eru landsliðsspælararnir stevndir til venjingar trý kvøld í hesi vikuni.

Týskvøldið klokkan 17.30 til 19.00 verður vant í Klaksvík.

Hóskvøldið klokkan 17.30 til 19.00 verður vant í Runavík.

Fríggjadagin klokkan 16.30 til 18.00 verður vant á Tórsvølli.

Aftaná venjingarnar ber til at fáa autografar, skrivar Fótbóltssambandið.