Landsliðið farið til Finnlands at kappast

Fyrsti dysturin verður ímóti Svøríki og úrslitið av honum verður avgerandi fyri, hvørji lond tet annars skulu spæla ímóti

Áki Bertholdsen
26. oktober 2023 kl. 08:42

Í morgun fór U20 landsliðið hjá kvinnum í flogbólti til Finnlands til undankapping. Eins og mennirnir, skulu kvinnurnar vera við í undankappingini í Rovaniemi í Finnlandi fyri U20 landslið og í U19 kappingingi fyri NEVZA økið, sum eru norðurlond og Ongland.

Føroysku U20 kvinnurnar eru komnar í bólk saman við Danmark, Svøríki og Onglandi. Føroyar leika fyrsta dystin fríggjamorgunin klokkan átta, føroyska tíð, ímóti Svøríki.

Vinna Føroyar á Svøríki skulu tær spæla um fyrsta plássið í bólkinum ímóti teimum, sum vinna dystin ímillum Danmark og Ongland. Annar dysturin verður klokkan 14 føroyska tíð.

Men tapa Føroyar, skulu tær spæla um triðja plássið í bólkinum í móti taparanum í dystinum ímillum Danmark og Ongland.

Fjórðingsfinalur, hálvfinalur og fyrstu dystirnir um hini plássini verða síðani leygardagin 28. oktobur, og finalur og dystirnar um tey síðstu plássini, verða sunnudagin 29. oktobur.

Dystirnir kunnu síggjast á: https://live.lentopallo.fi/nevzau19 Kostnaðurin er 16,9 EUR fyri alla kappingina. Tað svarar til einar 126 krónur.

Høvuðsvenjarin Annika á Stongum og hjálparvenjarin Veselin Ðurovic, hava valt hesar spælararnar til dystirnar:

1. Anja Sólja Niclasen SÍ
2. Ása Thorkildshøj, KÍF
3. Brima Sólstein, Fleyr
4. Lív Bára Hansen, Fleyr
5. Marita Heinadóttir, Fleyr
6. Nicola Toftegaard, Mjølnir
7. Sofía Edvinsdóttir, SÍ
8. Sólbjørg Johnsdóttir Høgnesen, SÍ
9. Brynja Jákupsdóttir, Fleyr
11. Sofía Weihe Simonsen, SÍ
15. Miriam Karlsdóttir Johannesen, Fleyr
16. Bára Leonsson Mouritsen