So eru fyrireikingarnar um at vera loknar. Tíðliga fyrrapartin fór hondbóltslandsliðið av landinum við kós ímóti Berlin. Í týska høvuðsstaðnum verður síðsta hond løgd á fyrireikingarnar til fyrsta dystin í EM endaspælinum. Hann verður hósdagin klokkan 17 ímóti Slovenia.
Tað eru 19 spælarar í ferðalagnum, og á dómaraseðlinum til hvønn dyst vera tað 16 á listanum. Harvið fer venjarin at seta tríggjar spælarar millum áskoðararnar.
Flogfarið hjá Atlantsflog úr Vágum og til Berlin í morgun var tað fyrsta av níggju flogførum, sum fara at flúgva til týska høvuðsstaðin í sambandi við EM kappingina í hondbólti.
Fyri fleiri vikum síðani upplýsti HSF fyri dimma.fo, at tað varð roknað við, at eini 4000 føroyskum áskoðarum, og seinni hevur verið róð fram undir, at tað kanska fara at vera upp ímóti 5000 føroyingum í Berlin. Næstu dagarnar verður tað nógv ferðsla millum Keypmannahavn og Berlin.