Landslæknin: Omikron-frábrigdið er nú í Føroyum

- Í samband við kanningarnar í gjár hava vit greina onkrar positivar royndir, og nú hava vit so vissu fyri, at omikron-frábrigdið er í Føroum, sigur Lars Fodgaard Møller, sum leggur afturat, at talið av omikrontilburðum í Føroyum nokk táttar í 20

Sveinur Tróndarson
8. desember 2021 kl. 09:55

- Tá vit hava fingið staðfest at omikron-frábrigdið er í Føroyum, so er tað við vissu fleiri enn ein. Nokk nærri 20 tilfeldir.

Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, tá Dimma.fo ringir fyri at hoyra um hald er í leysasøgunum um, at omikron-frábrigdið er funnið í Føroyum, og tað er tað.

- Tá kanningarnar eru gjørdar kanna vit nakrar positivar prøvar, og tað gjørdu vit eisini í nátt, og í teimum royndunum funnu vit so eisini omikron-frábrigdið, sum tí nú er í Føroyum, sigur landslæknin.

Tað var nokk bara ein spurningur um tíð áðrenn nýggja frábrigdið fór at koma til Føroyar, tí tað breiðir seg skjótt uttanlands, og nú er tað her.

Umleið 70 smittutilburðir við koronu í gjár

Tá tað kemur til smittutøl var dagurin í gjár, um ikki líka ringur sum dagurin áðrenn, men næstan.

- Eg havi ikki neyva talið enn, tí tað er so stutt fráliðið enn, men eg meti tað at liggja um 70 nýggjar tilburðir í gjár, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Tað vil siga, at vit nú av álvara flyta okkum uppeftir, og spurningurin er so, um hetta fer at hava við sær, at vit fara frá tí gulu støðuni til ta reyðu.

Tað er nakað, sum Farsóttarnevndin ger av, og hon hevur fund seinnapartin.

- Tað er ov tíðliga at siga um vit broyta frá gulum til reytt, tí tað hevur ikki bara nakað við smittutal at gera; tað hevur eisini nakað við talið av innleggingum at gera, so tí fari eg einki at siga um tað enn, sigur Lars Fodgaard Møller.