Landslæknin: Ferðadagurin er dagur null

Lars Fodgaard Møller hevur eina heilt greiða frágreiðing um, nær kanningarnar skulu gerast, tá fólk skulu ferðast til Føroya

Sveinur Tróndarson
24. november 2020 kl. 09:50

- Dagurin, tá tú ferðast til Føroya, er dagur null. Harfrá telur tú so tríggjar dagar frá ferðadegnum og seks dagar eftir at tú hevur ferðast. Tað eru dagarnir, sum tú skalt lata teg kanna fyri at halda tilmælini.

Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, tá Dimmalætting ringir og spyr ovasta læknamyndugleikan í Føroyum um, hvussu kanningartilmælini skulu skiljast.

Í øðrum greinum her á síðuni er greitt frá, at tað eru ymiskar fatanir av, hvussu tilmælini skulu skiljast, og tí hava vit ringt til landslæknan fyri at fáa hansara útlegging av tí. Og hann er púra greiður.

- Ferðadagurin er dagur null, sigur Lars Fodgaard Møller.

Tilmælini frá myndugleikunum siga, at tey, sum skulu til Føroya skulu lata seg kanna tríggjar dagar áðrenn fráferð, og so skulu tey eisini lata seg kanna seks dagar eftir at tey eru komin til landið.

Í hesum tíðarbilinum verður heitt á tey ferðandi um at halda seg í sjálvbodnum sóttarhaldi. Tað merkir stutt og greitt, at tey skulu halda seg frá sambandi við onnur.

Og tað er akkurát hetta, sum er vorðið kjarnan í málinum, sum H71 – og kanska serliga hjálparvenjarin hjá H71, sum eisini er aðalskrivari hjá ÍSF – er vorðið partur av. Tí leikarin, sum ferðaðist heim týsdagin, leikti longu hósdagin í Klaksvík. Tað vil siga tveir dagar eftir heimferð. tað er í øllum førum ov stutt eftir at hann ferðaðist.

Og so spældi hann aftur sunnudagin. Men er tað innanfyri ella uttanfyri mark.

Lars Fodgaard Møller vil ikki fyrihalda seg til hvat er rætt og skeivt, men hann hevur einki ímóti at greiða frá, hvussu ásetingarnar skulu skiljast.

- Um ein persónur ferðast til Føroya týsdag, so er týsdagurin dagur null. Hann skal lata seg kanna tríggjar dagar áðrenn, tað verður so leygardagin fyri fráferð. Sætti dagurin verður so taldur frá týsdegnum, har mikudagurin er dagur eitt. Tað merkir so, at mánadagurin í vikuni eftir er dagur seks, sigur Lars Fodgaard Møller.

Vanliga verður sagt, at tú verður kannaður sætta dag og fært boð dagin eftir, men tað er ikki neyðugt, tí tú kanst eisini fáa boðini sama dag. Men kanningin skal gerast á sætta degi.