Landslæknin: Antigen-kanningar er ein falskur tryggleiki

Tær sonevndu kvikktestirnar (antigen-kanningar, red.) fanga tey mest smittaðu, men ein tílík kanning er ein falskur tryggleiki, tí tær fanga bert helvtina av teimum smittaðu. Hetta segði Lars Fodgaard Møller millum annað í samrøðu við Dimmalætting í mei í ár

Sigurjón Einarsson
27. oktober 2021 kl. 22:46

Ymiskir handlar eru farnir at selja antigen-kanningarsett (tær sonevndu kvikktestirnar, red.), ið ger tað møguligt at kanna seg sjálvan fyri koronu, stendur skrivað á merkiseðlinum.

Ein antigen-kanning er falskur tryggleiki, segði landslæknin í samrøðu við Dimmalætting í mei mánað. Honum hóvar lítið, at hetta verður selt í Føroyum, tí kanning vísur, at ein antigen-kanning fangar bert umleið helvtina av teimum, sum eru koronusmittað.

- Jú, hon fangar tey mest smittaði, men ikki øll tey, ið eru møguligir smittuberarar. Vansin er, at hendan antigen-kanningin bert fangar helvtina av teimum, sum eru koronusmittað, so hetta er ein falskur tryggleiki, sigur Lars Fodgaard Møller, Landslækni.

Landslæknin vísur á, at hóast hesar antigen-kanningar verða nógv brúktar í Danmark, so skal ein PCR-kanning til, áðrenn ein smittutilburður kann verða staðfestur.

- Hetta er eisini ávíst av donsku heilsumyndugleikunum, at ein positiv antigen-kanning skal verða váttað við eini positivari PCR-kanning, ið skal verða tikin sama dag ella dagin eftir, vísur Lars Fodgaard Møller á.

Antigen-kanningar fangaðu bert helvtina

Ein kanning hjá Statens Serum Institut í Danmark – sum varð gjørd í tíðarskeiðnum frá 1. februar til 23. mars í ár, har 117.670 fólk fingu bæði eina PCR-kanning og eina antigen-kanning – vísur, at antigen-kanningarnar bert fangaðu helvtina av teimum, sum vóru koronusmittað.

Sambært PCR-kanningini vóru 4.069 av teimum positiv, meðan antigen-kanningin bert fangaði 2.159 fólk. Tað vil siga, at 1.910 fólk fingu eitt negativt kanningarúrslit, hóast koronavirus var at finna í svølgrúminum.

- Okkara kanningar vístu, at antigen-kanningar eru rættiliga óneyvar, tá tað kemur til stykkis. Vit sóu, at 47 prosent av øllum teimum, ið veruliga vóru smittaði við koronu, fingu eitt negativt kanningarsvar við eini antigen-kanning, skrivar Statens Serum Institut millum annað í niðurstøðuni av kanningini.