Landskassin betalur 1/3 av leiguni hjá formanninum í starvsfelagnum

Nú er Bústaðir aftur aktuelt og Landsstýriskvinnan skal bjargast við uttanumtosi. Skilið verður hareftir

Eivind Jacobsen
12. oktober 2024 kl. 08:57

Súni Selfoss, viðmerkir keðiligu støðuna í Bústaðir. Hann titulerar seg sum leigara hjá Bústaðir. Tað er í hesum føri í undirkantin. 

Súni Selfoss er eisini formaður í Starvsfelagnum, har 5 av limunum, sum starvast hjá Bústaðir hava fingið ætlanarskriv.

Súni Selfoss var valevni hjá Javnaðarflokkinum til seinasta val. Javnaðarflokkurin hevði greiðar meiningar um Bústaðir. Valskrá Javnaðarfloksins var ikki í samsvar við støðuna í Bústaðir. Tað átti Javnaðarflokkurin at vita tá og um ikki tá, so í dag.

Av tí at sannleikin bleiv avnoktaður, er støðan í dag, at Javnaðarflokkurin (ikki Súni Selfoss) hevur tikið avgerðir, sum skaða Bústaðir meira enn neyðugt. Onki at gera, ella at venda blinda eyga til, er eisini ein avgerð. Ein avgerð, sum altíð skeiv.

Súni Selfoss leigar frá Bústaðir. Leigan er 2/3 av tí hon eigur at verða. Tað merkir, at Landskassin betalur 1/3 av húsaleiguni hjá Súna Selfoss. Eg roknaði hetta nágreiniliga, alment, fyri fáum árum síðan. Kanska okkurt er broytt síðan, men tað havi eg so ikki hoyrt og ei heldur kannað.

Tað merkir so eisini, at Súni Selfoss hevur fleiri áhugamál í Bústaðir. Munurin, millum inntøkur og útreiðslur hjá Bústaðir skal fíggjast. Antin við uppsøgnum av limum í Starvsmannafelagnum ella noyðist formaðurin í Starvsmannafelagnum at gjalda hægri leigu.

Tað er greitt, at Súni Selfoss tosar um eina triðju loysn, sum er at Landskassin framhaldandi skal gjalda 1/3 av hansara húsaleigu umframt løn til limir hansara. Í hesum tíðum, tá Landskassin sparur á niðastu rók kann ikki roknast við at hendan loysn verður vald.

Politiskir flokkar eru ymiskir á máli um Bústaðir og endamáli við Bústaðir. Tað keðiliga er, at politikarar sum oftast tosa so langt frá veruleikanum. Teir vita altíð hvat er skeivt hjá hinum, men lurta ongantíð eftir tá hinir greiða frá skeivleikum hjá teimum sjálvum.

Politikarar hava nú í nógv ár sagt ósætt um Bústaðir. Minnist meg rætt hevur politiskt kríggj við ósannindum verði í meira enn 10 ár um Bústaðir. Um Bústaðir skal verða til ella hvussu Bústaðir skal verða til, veit ongin, tí uttan mál og mið, hjá Bústaðir, ber ikki til at hava eina sakliga meining.

Politiskt dugnaloysi er tí orsøkin til at Búskaparkreppa er einasta brúkta loysn á Bústaðartrupulleikum í Føroyum.

Ósakligheitin longi livi!

Eivind Jacobsen

Strendur