Landsfevnandi matarskipan á breddan

Endamálið við tiltakinum er at lýsa, hvussu ein landsfevnandi matarskipan kann ávirka føroyska samfelagið – bæði í mun til heilsu, trivnað, landbúnað og staðbundna matframleiðslu

GAIA FO/Tíðindaskriv
27. september 2024 kl. 21:44

Seinnapartin mikudagin 2. oktobur verður eitt spennandi tiltak í Norðurlandahúsinum, har eitt prát verður um eina landsfevnandi matarskipan í Føroyum.

Tiltakið er fyriskipað av Joan Sørensen og samtakinum GAIA FO,sum í løtuni er undir stovnan. Hetta samtak arbeiðir við at menna eina sjálvbjargna, burðardygga og føðslurætta matarskipan, sum stuðlar undir trivnað, menning og sosiala javnvág hjá øllum børnum í øllum almennum dagstovnum og skúlum í Føroyum.

Endamálið við tiltakinum er at lýsa, hvussu ein landsfevnandi matarskipan kann ávirka føroyska samfelagið – bæði í mun til heilsu, trivnað, landbúnað og staðbundna matframleiðslu. Í kjakinum verður eisini tikið fram, hvussu matarskipanin kann stuðla føroyskum framleiðarum og menna eina nýføroyska matmentan.

Vit fara at tosa um, hvussu ein fastur eftirspurningur frá umleið 11.000 børnum dagliga kann stimbra framleiðsluna av føroyskum rávørum, og hvussu vit kunnu tryggja, at børnini fáa javna atgongd til sunnan, burðardyggan og vælsmakkandi mat.

Skráin verður skipað í fýra høvuðsspurningar:

Frá sjógvi, jørð og haga til borðið: Landbúnaðarvørur, fiskavørur og matframleiðsla

Til hvønn barnamaga: Hvussu skal okkara matarskipan smakka?

Matgleði og læring: Námsfrøðiliga arbeiðið í matarskipanini

Fleiri hendur í køkinum: Tørvurin á yrkisfólki í føðsluvinnuni

Tiltakið bjóðar nøkrum av fremstu fakfólkum innan økini at vera við, og gestir kunnu síggja fram til eitt livandi prát um, hvussu vit í Føroyum kunnu menna eina matarskipan, ið stuðlar undir burðardygd, føroyskan landbúnað og betri heilsu fyri komandi ættarlið.

Tiltakið er ókeypis og verður Skálanum í Norðurlandahúsinum mikudagin 2. oktobur frá kl. 13 til 15. Vit bjóða søtt og sunt frá Kafé Systrum omaná.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Tíð og stað:

Norðurlandahúsið, Skálin
Mikudagin 2. oktobur 2024, kl. 13-15

Um GAIA FO:
GAIA FO er eitt almannagagnligt samtak, ið arbeiðir fyri at menna eina sjálvbjargna, burðardygga og føðslurætta matarskipan til børn og ung í almennum stovnum og skúlum í Føroyum.