Landsdystur verður seint seinnapartin

Hondbóltur: Tað ber til at stroyma dystin, sum kvinnulandsliðið fer at spæla í Finnlandi klokkan 16.45

Jóannes Hansen
4. apríl 2023 kl. 14:45

Hondbóltssamband Føroya skrivaði soleiðis í gjár:

A-landsliðið hjá kvinnum hevur í dag ferðast til Finnlands, har liðið skal spæla tveir venjingardystir móti Finnlandi ávikavist týs- og mikudagin.

Liðið kom til Finnlands seinnapartin og hevur hópurin funnið seg væl til rættis og vant í kvøld. Fyrri dysturin verður í morgin, týsdagin kl. 16.45, føroyska tíð. Dysturin verður stroymdur.

Leinkjan til stroymingina er her

https://handis.tv/dickennaiset/games/g/8l35xj5x