Landminur hoyra skjótt fortíðini til

20 ár eru nú liðin síðani altjóða lóg varð viðtikin, ið bannaði allari nýtslu av landminum. Bannið hevur víst seg at rigga

Thomas Gringer Jakobsen og Lív Reynheim
26. januar 2018 kl. 15:07

Á eini ráðstevnu í Oslo í desembur 1997 skrivaðu 90 lond undir ein sáttmála, ið bannaði allari framleiðslu og nýtslu av landminum hjá hesum tjóðum. Nú 20 ár eru liðin, síðani semjan kom í lag, sæst hon hava stóra ávirkan í stríðnum móti vandamiklu vápnunum. Framgongdin sæst á nógvum ymiskum økjum; mong lond eru givin at framleiða landminur, sera fáar verða niðurgrivnar, og nógv hava beint burtur landminur, ið tey hava havt liggjandi á goymslu.

Tað kann tykjast sjálvsagt, at sáttmálin hevur stóra ávirkan á málið, men landminurnar eru sera torførar at basa og leingi var lítil og eingin framgongd at síggja. Ein orsøk til hetta er, at tær hava verið nýttar sum krígsamboð í mong ár og tískil eru óteljandi nógvar í tali. Harumframt hevur verið torført hjá nógvum londum at raðfest kostnaðarmikla málið – hvør einstøk landmina kostar bert umleið 20 danskar krónur at framleiða, men upp til heili 6.000 krónur at burturbeina.

Partarnir hava skrivað undir, at teir hvør sær skulu reinsa egin landaøki fyri niðurgrivnar landminur. Hóast stríggið hevur gingist, eru 170 ferkilometrar nú vorðnir landminufríir aftur kring heimin. Sambært felagsskapinum Landmine Monitor, vísur nýggjasta kanningararbeiðið, at í alt 53 milliónir landminur eru gjørdar til einkis á henda hátt síðani 1999. Seinastu árini eru Sýria og Myanmar einastu tjóðir, út av teimum í dag 163 londunum sáttmálin viðvíkur, ið hava brotið avtaluna.


Flest øll lond virða avtaluna

Kanningararbeiðið sigur eisini frá minni góðum tíðindum. Tíðarfreistir vóru settar fyri nær landaøkini skuldu ruddast, men mong lond eru afturúr. Harumframt fáa landminuoffur oftani langt frá nøktandi hjálp, og lítið verður gjørt fyri at bøta um hjálpina í løtuni, skriva Landmine Monitor. Afturat hesum, hevur ófriður í Afganistan, Libya, Myanmar, Ukraina og Jemen hækkað talið á offrum fyri øðrum spreingievnum.

Mark Hiznay, ið tekur lut í kanningararbeiðinum hjá Human Rights Watch, hevur tó gott treysti og sigur soleiðis um málið: “Vit flyta okkum rætta vegin! Tey 35 londini, ið enn ikki hava skrivað undir sáttmálan, virða kortini bannið og fylgja høvuðspunktunum í sáttmálanum. Fyrr var tað serliga herurin, ið nýtti landminur sum krígsamboð, men hetta kemur næstan ikki fyri longur. Í dag eru tað í stóran mun smáir uppreistrarbólkar, sum nýta vápnið – men millum hesar sæst eisini ein innanhýsis mótstøða mótvegis stríðsháttinum í løtuni.”

Tamarhald er um at koma á landminurnar í altjóða høpi og hevur semjan spælt ein týdningarmiklan leiklut í stríðnum. Í februar kundi ST staðfesta, at ongar landminur vóru at finna í Algeria, og harvið kundi enn eitt land strikast av listanum. Og í fjør var fyrstu ferð í 20 ár, at eingin fráboðan um spreingingar av landminum kom úr Kolumbia.