Landið letur heilt aftur

Vánaliga veðurforsøgnin ber við sær, at talan verður um onga almenna ferðslu, og í nógvum støðum verður eingin skúlagongd og barnagarðar og vøggustovur vera stongdar

Jóannes Hansen
30. januar 2024 kl. 18:11

Tað letur til, at forsøgnin um storm og ódnarveður verður tikin í størsta álvara.

Strandferðslan boðar frá, at so at siga øll sigling er avlýst í morgin, og at talan verður um onga koyring hjá bygdaleiðum.

Nógvir skúlar hava boðað frá, at tað verður eingin skúlagongd í morgin. Og í dag og í kvøld hava fleiri kommunuskúlar og dagstovnar boðað frá, at tað verður ikki latið upp í morgin.

Eitt nú verður boðað frá, at skúlin og dagstovnar í Klaksvík vera stongdir í morgin vegna væntandi heilt vánalig veðurlíkindi.