Atfanfyri útgávuna standa Allan Tausen og Edith Dahl Jakobsen. Tey hittust í 2018 og hava síðani skriva tilfar til heila útgávu.
Tey hava stovnað bólkin, Land of Maybe, sum eru farin á tónleikaferð í samband við útgávuna 6. november.
Tey hava saman við fleiri av bestu tónleikarunum í Føroyum verið í Studio Bloch, har øll løgini eru innspæld og miksaði.
Tónleikurin hjá Land of Maybe kann lýsast sum modernaður americana og poppur.
Áhoyrarar kunnu vænta at hoyra alla útgávuna, umframt verða forkelaði við nýggjum løgum, sum enn ikki eru útgivin.
Land of Maybe er mannaður við Edith Jakobsen, sang, Allan Tausen, gitar, Magnus Johannesen, klaver, Mikael Blak, bas, og Filip Zacharissen, el-gitar og Brandur Jacobsen, trummur.
Dyrnar lata upp kl 19, tá høvið er at fáa leskiligar brellbitar og súpan.
Í samband við konsertina verða korona tilmælini fylgd.