Lana Del Rey er kend fyri sína vøkru rødd, og tey provokerandi evni, hon velur at lýsa í hennara tónleiki.
Hon hevur ofta verið kritiserað fyri sín tónleik, serliga fyri útgávurnar í 2012 og 2014, tá hon gav sína næstu “Born to Die” og triðju “Ultraviolence” fløgu út. Í hesum útgávum lýsti hon sína rúsevnismisnýtslu og misbrúk í hennara parlagið, umframt sínar sálarligar trupulleikar gjøgnum eina torføra tíð í sínum lívi.
Lana Del Rey prógvar tó, í sínari nýggjastu útgávu, “Chemtrails over the Country Club”, sum kom út tann 19. marts í ár, at hon enn klárar at fanga fólksins uppmerksemi, uttan at tað inniber umstrídd evni.
Við hennara nýggjastu fløgu “Chemtrails over the Country Club” er huglagið øðrvísi, og tónleikurin er mildur og vakur, har hon lýsir sín kærleika til sína familju. Men alt er ikki ljósareytt, tí hon lýsir eisini hennara óstøðuga parlag við sjeiki sínum.
Fløgan hevur eitt serstakt ljóð, sum er øgiliga akustiskt og rólig. Teksturin handlar um at longjast eftir ungdóminum, og einari romantiseraði mynd av veruleikanum. Hugtakið “Chemtrails” stavar úr einari teori, sum snýr seg um fyribrigdið, tá flogfør lata spor eftir seg, tá tey eru á flogið og heilavaska okkum via “Chemtrails”. Hetta er ført víðari til nýggju fløguna, sum snýr seg um tað, at vera noyddur til at hyggja burtur frá sínum trupulleikum og liva í falskari gleði. Tann tíggindi sangurin á nýggju fløguni “Dance Till we Die” snýr seg um, at hon missir vónina at blíva við at gera tónleik, men at hon hevur eitt fólk, sum hjálpir henni ígjøgnum hennara kenslur, óansað hvat.
Á nýggju útgávuni hoyra vit eisini, hvussu nógv hon er broytt vokalt, men eisini persónliga, síðani hennara sangur “Summertime Sadness”, frá fløguni “Born to die” sum kom út í byrjani av 2012, sum bleiv sera kendur kring heimin. “Summertime Sadness” lýsti eina hending, har hennara besti vinur gjørdi av við seg sjálvan, og lýsti eisini tann longsulin, hon hevði eftir honum.
“Chemtrails over the Country Club” er ein góð fløga, har Lana Del Ray prógvar, at hon enn hevur nógv upp á hjarta. Í hesari útgávuni vísir hon nógvar positivar og negativar partar av at vera eitt menniskja, og at hava so intensar kenslur, sum Lana Del Rey er kend fyri at sýna fram. Hetta hoyra vit til dømis í sanginum “Not all Those Who Wander are Lost” snakkar hon um, at hon hevur funnið seg sjálva, og at hon ikki hevur tørv á einum øðrum persóni fyri at trívast. Hesin sangurin stendur í kontrasti til hennara sang frá 2012, “Without You” á fløguni “Born to Die”, sum snýr seg um at hava brúk fyri hennara sjeiki at koma ígjøgnum gerandsdagin.
Nýggja útgávan hevur fingið fleiri góð ummæli í nógum ymiskum tónleikamiðlum.
Fakta um Lana Del Ray:
Lana Del Ray er fødd tann 21. juni 1985, og er í dag 36-ára gomul.
Hon er fødd og uppvaksin í New York, og hennara rætta navn er Elizabeth Woolridge Grant.
Hon givið sjey fløgur út, og arbeiðir í løtuni við áttandu útgávuni, sum fer at eita “Blue Banisters”.