Sambært The Guardian, sigur Ronny Jackson, amerikanskur militerlækni, knýttur at hvíta húsinum, at Trump er sera væl fyri, og tað fer hann at vera restina av sínari embætistíð.
Fríggjadagin 12. januar kannaði Ronny Jackson, heilsuna hjá amerikanska forsetanum, og í gjár varð úrslitið av teimum kanningunum almannakunngjørt.
Jackson sigur, at Trump er væl fyri, hóast hann hevði havt gott av at etið minni feitt og kolhydratir, og at hann átti at rørt seg meira.
"Tað er nakað hann hevur arvað," sigur Jackson. "Eg segði við forsetan, at um hann hevði etið ein sunnari kost tey seinastu 20 árini, kundi hann livað til hann varð 200".
Jackson sigur, at ætlanin er at gera eina betri kostætlan til Trump, og at fáa hann at røra seg meira. Hann tekur longu heilivág fyri at minka um kolesteroltalið. Men Trump er longu øgiliga væl fyri, tí at hann gjøgnum alt lívið hevur hildið sær frá tubbaki og rúsdrekka, men forsetin hevur eisini ásannað, at hann hevði verið betri fyri um hann tapti nøkur kilo. Sum nú er vigar forsetin 239 pund, ið svarar til uml. 108 kg.
Ronny Jackson hevur verið lækni knýttur at amerikanska forsetanum síðan 2013, tá Barack Obama sat í hvíta húsinum.