Læknabáturin Reyði Krossur hundrað ár

Hetta er søguligt far, gamli læknabáturin, Reyði Krossur, sum Lias í Rættará smíðaði í 1919

Óli Olsen
21. september 2018 kl. 10:51

Í Jólaódnini 2016 sakk deksbáturin Toftafossur við brúnna í Hósvík. Hann fekk onkrar snuddir, men varð skjótt tikin upp aftur og hevur síðan staðið á landi á havnarlagnum í Hósvík.

Hetta er søguligt far, gamli læknabáturin, Reyði Krossur, sum Lias í Rættará smíðaði í 1919 til sjúkrahúsverkið í Havn. Vit kunnu sostatt staðfesta, at hann fyllir hundrað komandi ár. Hann hevði ein 30/36 hesta hundested motor og sigldi hampiliga skjótt.

Í 1950 gavst Reyði Krossur við sjúkraflutningi og varð árið eftir seldur Rovaraflokki Sigmunds Brestissonar í Havn. Brestir, sum báturin síðan nevndist, hevði stórt ruff, var rúmligur undir dekkinum og væl egnaður til skótavirksemi. Teir sigldu við honum kring oyggjarnar. Tað var serliga í sambandi við páska-, hvítusunnu- og summarlegur.

Brestir, áður Reyði Krossur. Rovaraflokkur Sigmunds Brestissonar í Havn átti bátin í nøkur ár og sigldi útferðir við honum (Mynd: Heri Kragesten)

Daniel Hermansen í Hósvík keypti nøkur ár seinni, í 1957, Brest frá skótunum í Havn og ætlaði at umbyggja hann til útróðrarbát, men gjørdist sjúkur. Bróðursonur hansara, Jógvan Hermansen, keypti deksbátin eitt sindur seinni. Hann og bróðirin Gutti fóru so at rógva út við Toftafossi, sum báturin tá kallaðist.

Í 2009 keyptu Kristian og Árni Hansen í Hósvík Toftafoss. Teir plagdu, sum skilst, at vera á Norðhavinum við snellu um várið og at seta línu viðhvørt. Seinastu tíðina tykist deksbáturin, sum hevur 165 hesta volvo penta, meir og meir at hava ligið við bryggju.

Ikki er yvir at dylja, at nógv orka – bæði so og so – krevst at hava sovorðið hundrað ára gamalt træskip siglandi. Og tað er skiljandi, at hósvíkingar ætla at sleppa av við bátin, sum vit hava frætt.

Í hesum sambandi er viðkomandi at spyrja: Er stundin ikki komin at seta á stovn deks- ella motorbátasavn í Føroyum?

Eldsálum okkara at takka sigla hesir vøkru motorbátarnir, ið líkjast smáum sluppum, framvegis summarsigling. Men eiga vit ikki at fáa deksbátarnar, ið ikki longur sigla, undir tak?

Saman við fiskireiðskapi, smíðiamboðum, myndum o. m. ø. hevði slíkt savn varpað ljós á eina hugfarsliga farna tíð, tíðina tá ið støði varð lagt undir vælferðarsamfelagið. 

Lias í Rættará flotaði annars fyrsta skrásetta deksfar sítt á vári 1901. Tað var Maria, eitt lítið súðubygt seglskip, níggju tons stórt. Olaf Finsen, apotekari, í Havn átti tað.

Eli var annað deksfarið, sum Lias og menn hansara smíðaðu. Hetta fór fram á Høgukai í Havn. Restorffs handil í Vágsbotni læt farið smíða at sigla við farmi millum handilin í Havn og úthandlarnar á bygd. Eli fór av bakkastokki 26. august 1901, var um 17 tons og fekk í 1902 sum fyrsta føroyska deksfarið motor.

Í 1905 fór Lias í Rættará út í Álakersvík í Havn at smíða undir taki. Tá ið mest var at gera, flotaðu teir ein bát um mánaðin. Sama árið fór eisini Laurits í Mortansstovu út í Álakersvík við skipasmíði sínum. Teir smíðaðu eisini vanligar árabátar umframt at umvæla sluppir á Havnar vág.

Toftafossur, áður Reyði Krossur og Brestir. Hann hevur seinastu tíðina staðið uppi á landi á havnarlagnum í Hósvík (Mynd: Óli Olsen)