Laila Nikolajsen sýnir fram í Lítluvík

Komandi hóskvøld 5. mai verður fernisering í Smiðjuni í Lítluvík, har listakvinnan Laila Nikolajsen fer at sýna fram í eina lítla viku.

Trygvi Danielsen
1. mai 2022 kl. 16:25

Komandi hóskvøld 5. mai kl. 19.00 verður fernisering hjá Lailu Nikolajsen í Smiðjuni í Lítluvík.

Menniskjað er høvuðstemað í listaverkunum hjá Lailu, ið taka skap sum akrýlmálningar á lørift. Stílurin er figurativur og nýtir ofta føroysk motiv, ið verða til í spenningsfeltinum millum tað naturalistiska og abstrakta.

Silvurdrongur framførir nøkur løg til ferniseringina, og síðani verður ein kaffimunnur og kakubiti at fáa – umframt høvið at hitta og práta við Lailu. 

Eftir ferniseringina er framsýningin opin hesar dagar:
Fríggjadagin 6. mai kl. 14-18
Leygardagin 7. mai kl. 11-19
Sunnudagin 8. mai kl. 14-20
Mánadagin 9. mai kl. 12-20
Týsdagin 10. mai kl. 12-20