Lagnudysturin hjá dønum er í dag

Fýra dystir eru á skránni í bólkaspælinum í EM

Fríðmundur Nattestad
25. juni 2024 kl. 15:00

Seinasta umfar í bólkaspælinum byrjaði sunnukvøldið, og í dag vera C og D bólkarnir avgreiddir.

Klokkan 17 er bólkur D á skránni. Frakland møtir Póllandi, í einum dystum sum Pólland skal vinna, um teir skulu hava nakra vón um at koma víðari. Frakland kunnu liva við einum javnleiki, men fara uttan iva at gera alt teir kunnu, fyri at tryggja sær sigurin og 1. plássið í bólkinum. Enn er ivasamt um stóra stjørnan á franska liðnum, Kylian Mbappé, verður klárur til dystin. Hann breyt nøsina í fyrsta dystinum ímóti Eysturríki.

Hin dysturin í bólki D er ímillum Holland og Eysturríki. Eysturríki skal helst vinna, men liggja væl fyri at koma víðari millum bestu trýararnar, um teir fáa javnleik í dag. Holland kann eisini væl liva við einum javnleiki, men eins og Frakland, fara teir uttan iva eftir at tryggja sær 1. plássið. Holland og Frakland hava bæði fýra stig, og sama málmun, men Holland hevur skotið eitt mál meira enn Frakland.

Dystirnir í bólki C byrja klokkan 20 í kvøld. Tá brestir Danmark saman við Serbia, meðan Ongland møtir Slovenia.

Stórur spenningur er í dystinum millum Danmark og Serbia. Fyri Serbia merkir eitt tap ella ein javnleikur at teir eru úti av EM. Vinnur Ongland á Slovenia, sum er sannlíkt, so er ein javnleikur nokk hjá Danmark til at tryggja sær 2. plássið. Danir vilja tó uttan iva sjálvir avgera sína lagnu, við at fara eftir sigrinum, sum tryggjar teimum víðari luttøku.

Ongland liggur væl fyri at koma víðari. Teir eru fremst í bólkinum við fýra stigum, og ein javnleikur ímóti Slovenia er nokk til at koma víðari. Stórt trýst er tó á enska liðnum, sum ikki hevur sæð sannførandi út í tveimum teimum fyrstu dystunum. Ensku leikararnir hava tí nakað at prógva, og tað kunnu teir gera við einum sannførandi sigri á Slovenia. Slovenia skal tó ikki undirmetast, og fyri teir kann ein javnleikur vera nokk, til at koma víðari millum bestu trýararnar.


EM-dystir í dag:

Bólkur D

Klokkan 17: Frakland - Pólland

Klokkan 17: Holland - Eysturríki


Bólkur C

Klokkan 20: Danmark - Serbia

Klokkan 20: Ongland - Slovenia