Lagnan hjá Molde verður avgjørd í kvøld

Undan dystinum í Istanbul er Galatasaray frammanfyri við einum máli

Jóannes Hansen
29. august 2023 kl. 17:25

Í kvøld klokkan 20 verður fyrsta bríksl á Ali Sami Yen Spor Kompleksi í Istanbul. Tað eru norska Molde og Galatasaray úr Istanbul, sum hittast við aðru ferð í eina viku. Tað var í kapping við KÍ, at Molde kvalifiseraði seg at spæla finalu um pláss í Champions League bólkaspælinum.

Fyrri dysturin var í Molde fyri einari viku síðani. Tá vann Galatasaray 3-2. Tí er talan um heilt stóra uppgávu hjá Molde. Um tað ikki eydnast Molde at vinna samantalt, so fer Galatasaray at spæla í Champions League bólkaspælinum, og so fer Molde at spæla í Europa League bólkaspælinum.

Dysturin millum Galatasaray og Molde verður vístur á TV3+ rásini.