Í gjár, tann 16. oktobur, var altjóða hjartastartaradagur kring heimin, og leygardagin verður dagurin hildin við einum sermerktum tiltakið a Torginum í SMS.
Í ár er tað fjórðu ferð, at hjartastartaradagurin verður hildin í Føroyum, seinast var í 2022 og tiltakið hesa ferð verður á torginum í SMS, leygardagin frá klokkan 12 - 17.
– Tiltakið hevur til endamáls at varpa ljós á týdningin av lívbjargandi fyrstuhjálp og at nýta hjartastartara, sigur Reyði Krossur, sum skipar fyri tiltakinum í Føroyum.
Tey siga, at bæði børn og vaksin bjarga fólki, sum fáa hjartastopp. Á torginum í SMS verða umboð frá samarittum og fyrstuhjálpar-instruktørum hjá Reyða Krossi.
Harumframt verða sjúkrarøktarfrøðingar og sjúkraflutningstænastan á Landssjúkrahúsinum, umboð fyri Renn fyri lívi og Ansni og tey fara øll at vísa, hvussu ein skal bera seg at veita lívbjargandi fyrstuhjálp og at brúka ein hjartastartara.
Men Reyði Krossur sigur, at hetta er eisini eitt tiltak fyri børn.
– Øll børn, heilt niður til 12 ára aldur, kunnu veita lívbjargandi fyrstuhjálp - og øll kunnu ringja á alarmsentralin á nummar 1-1-2, sigur Reyði Krossur.
– Øll børn eru tí vælkomin at vera við og tey kunnu taka sína yndis bamsu við. So sleppa tey at veita bamsuni lívbjargandi fyrstuhjálp. Tey læra, hvar hjartað á bamsuni er við at seta eitt hjartaklisturmerki á bamsuna, á foreldrini ella hvønn annan.
– Vit vita, at tað er lættari at veita lívbjargandi fyrstuhjálp, tá ið ein hevur vant tað nakrar ferðir áður. Tí er tað so týdningarmikið, at tú, longu ímeðan tú ert barn, lærir, hvat skal gerast, um onkur fær hjartastopp, sigur Reyði Krossur.
Tey sum hava tikið stig til hjartastartaradagin, er ES tingið og ILCOR, sum er International Liason Committee on Resuscitation, stuðlar tí.