Lær at handfara próvtøkuótta
Glasir bjóðar næmingum skeið í at fyribyrgja próvtøkuótta
Fríðmundur Nattestad
19. apríl 2024 kl. 14:30
Tað er púra vanligt at gerast fjálturstungin, tá man skal avrika og verða dømdur fyri avrikið. Eitt sindur av ekka kann skerpa hugsavningina, men fyri onkran fyllir ræðslan fyri próvtøkum so nógv, at tað kann gerast beinleiðis próvtøkuótti, sum ávirkar avrikið. Hetta ber til at gera nakað við.
Soleiðis stendur í skrivi frá Glasi, sum nú fer undir at bjóða næmingum, lærlingum og lesandi á skúlanum møguleikan, fyri at luttaka á skeiði í at fyribyrgja próvtøkuótta. Rúna Jakobsen og Annika Mellemgaard, lestrarvegleiðarar, standa fyri skeiðinum.
Til ber at lesa meira um skeiðið, og hvussu ein kann melda seg til, á heimasíðuni hjá Glasi.