Lækni: Nýggju korona-leiðreglurnar eru óambitiøsar og óseriøsar

- Um tit ikki vilja testa øll, testið so heldur føroyingarnar, sum koma heim, og latið útlendingarnar sleppa ígjøgnum. Tí tað eru føroyingar, sum koma í samband við tey eldru og veiku, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og Phd-granskari

Sveinur Tróndarson
11. juni 2020 kl. 15:46

Í gjár kunngjørdi landsstýrið nýggju leiðreglurnar fyri innkomandi ferðafólk.

Tær siga, at ferðafólk, sum koma úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Týsklandi og Noregi, skulu vísa váttan um negativa COVID-19-kanning, sum ikki er eldri enn fimm dagar. Og føroyingar, sum koma úr hesum longdum, nýtast slett ikki at lata seg kanna.

Fólk, sum koma úr øðrum londum enn teimum fimm nevndu, skulu vísa váttan um negativa COVID-19-kanning, sum í mesta lagi er fimm dagar gomul og skulu eisini í sóttarhald í tvær vikur, stendur at lesa á plansjuni frá myndugleikunum.

Men nýggju tilmælini eru ikki fallin í góða hjá fleiri læknum, sum á Facebook tala at og siga, at nýggju leiðreglurnar eru óambitiøsar og óseriøsar.

Ein teirra er Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og Phd-granskari, sum á Facebook júst brúkar hesa orðing.

- Hvat gera onnur lond? NZ: Øll skulu 14 dagar í karantenu. UK: Øll skulu 14 dagar í karantenu. Norra: Karantena 10 dagar, bert DK undantikið. Grønland: Øll skulu testast tá tey koma, og dag 5. Karantena inntil svar uppá test dag 5. Ísland: Øll skulu testast tá tey koma, ella skulu tey í karantenu. Ísland droppaði at góðtaka tests frá øðrum londum, tí tað var ov trupult at umsita. Samstundis stýra tey, hvussu nógv kunnu koma inn í landið, fyri at testkapaciteturin kann fylgja við, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen.

Hvat gera Føroyar so, spyr hann.

Tað landið, sum hevur testað nærum flest pr. populatión í øllum heiminum? 0 test. Tað lata vit hini um, og føoyingar, sum koma her, skulu ikki eingang testast áðrenn teir koma.

- Hetta er ógvuliga óambitiøst, skrivar Marnar Fríðheim Kristiansen.

Og hann leggur afturat: - Hví velur man ikki at upprusta, hvussu nógvar tests man kann gera, so at tað eisini ber til at test øll sum koma inn?

Sambært Marnar Fríðheim Kristiansen er tað fullkomiliga óseriøst ikki at biðja føroyingar, sum koma aftur úr teimum fimm londunum testa seg.

- Hetta vísir hvussu lítil tanki er aftanfyri hetta. Tað eru mest lokalt búgvandi fólk, sum eru í vanda at seta smittuketur í gongd í einum landi. Turistar hava avmarkaða kontakt við tey lokalu, og næstan onga kontakt til tey serliga útsettu á sjúkrahúsum og eldrasambýlum. Um mann ikki ynskir at øll skulu vera testaði, so kunnu turistarnir sleppa undan. IKKI føroyingarnir, sigur hann.

Marnar Fríðheim Kristiansen leggur afturat, at henda mannagongdin krevur, at tað verður fylgt við, hvussu smittutrýstið í hesum londunum útviklar seg. Tí so ber til at “lukka niður”, um tað gongur galið har. Tað vil siga, at her er talan um eina øvuta ferðavegleiðing, sum var at síggja á UM.dk í byrjanini, tá lond vóru gul og reyð.

Men tá gekk tað seint fyri seg at broyta skrásetingarnar, og tí var trupult at fylgja smittutrýstinum.

- Men er hetta so sett í verk? Ein eygleiðing av londunum, vit opna fyri, til at lukka aftur um tað gongur tann skeiva vegin? Ja, prøva og git..., spyr og svarar læknin sjálvur.

Tí spyr hann Bárð á Steig Nielsen, løgmann, og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann við heilsumálum, hví vit, sum eitt av teimum londunum, sum hava testað mest í heiminum, velja at hava ta mest óambitiøsu strategiina at forða fyri, at korona-smittan kemur til landið.

 

Les eisini: Løgmaður: Eg havi álit á, at føroyingar eru meir ansnir enn útlendingar