Í heili 23 ár hevur Landssjúkrahúsið havt læknaskrivaranæmingar. Eitt afturlit vísir at 2001 varð fyrsta árið har læknaskrivaranæmingar vóru settir, og tá vóru tey trý í tali. Talið av læknaskrivarum vaks støðugt, og í alt hava 38 læknaskrivarar fingið útbúgving á Landssjúkrahúsinum.
Læknaskrivarar eru tann reyði tráðurin í sjúklingagongdini og senda áleið 10.000 innkallingar um árið. Tað kann verða at tú hevur prátað við ein læknaskrivara, tí tey kunna teg um hvat fer at henda, tá tú skal til viðgerð ella kanning. Eisini hava tey ein samskipandi leiklut, og eru ofta tann vinarliga røddin í telefonini, ið hjálpir fólki við avtalum, at fáa røttu kunningina, skrásetur upplýsingar, skjalfestir, læknaváttanir, vitan um viðgerð... ja listin er langur.
Læknaskrivarar eru ein týðandi fakbólkur í Sjúkrahúsverkinum, sum tryggjar samskifti, skjalfesting og tænastu til sjúklingin.
Læknaskrivara útbúgvingin hevur verið ein tvey ára yrkisútbúgving. Næmingurin kemur runt og lærir um allar deplarnar og serøkini á Landssjúkrahúsinum. Teir allar síðstu næmingarnir vórðu liðugt útbúnir í august í ár. Tað er tí sorgblítt, at hendan útbúgvingin er farin í søguna. Ístaðin fyri læknaskrivaraútbúgvningina verður útbúgvingin sundhedsadministrativ koordinator, sum fæst uttanlands.