Læknar vilja ikki arbeiða í læknavaktini longur

Nú skulu fólk, sum hava brúk fyri lækna, kanna eini 14-15 ymisk telefonnummur fyri at fáa fatur á lækna

Áki Bertholdsen
31. mai 2023 kl. 10:48

Kommunulæknarnir vilja ikki arbeiða á læknavaktini longur. Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, sigur, at nú hava kommunulæknarnir ongan sáttmála havt um læknavaktina í samfull tvey ár. 

Tað vilja tey ikki góðtaka longur og tí gevast teir at arbeiða á læknavaktini.

Higartil hava fólk, sum hava havt brúk fyri lækna uttan fyri vanliga viðtalutíð, ringt 1870, sum er læknavaktin, og sum hevur hildið til á Landssjúkrahúsinum.

Men nú vilja kommunulæknarnir ikki vera á læknavaktini longur. Ístaðin hava teir vakt heima.

Samstundis fara teir, einaferð um vikuna, at kunngera, hvør hevur vakt - og nær hvør hevur vakt.

Men tað merkir, at tað fólk, sum hava brúk fyri lækna uttanfyri vanliga viðtalutíð, ringja til einar 14-15 ymsk nummar at ringja til hvørja viku.

Sosatt mugu fólk fylgja væl við, hvør lækni tað er, sum hevur vakt akkurát tá ið tey hava brúk fyri læknanum.

Marjus Dam sigur, at tað eru tvey ár síðani, at sáttmálin um læknavaktina fór úr gildi.

– Síðani hava vit kortini arbeitt eftir sáttmálanum, sigur hann. 

Hann sigur, at alla hesa tíðina hava kommunulæknarnar roynt at fáa ein nýggjan sáttmála, men allar royndir hava verið til fánýtis.

Hann sigur, at tað er nakað síðani at tey gjørdu myndugleikunum greitt, at eru viðurskiftini ikki fingið í rættlag 1. juni, fóru teir at gevast í læknavaktini. 

Og tað vilja kommunulæknarnir ikki góðtaka tað longur, og tí siga teir nú stopp.

Sostatt verður eingin lækni á læknavaktini aftur fyrr enn nýggjur sáttmáli er gjørdur, sigur hann.

Hann sigur eisini, at heldur ikki sjúkrarøktarfrøðingar vilja arbeiða á læknavaktini longur.

Tískil hava kommunulæknarnir gjørt av, at vit heldur vilja hava læknavaktina heima í okkara egnu viðtalu, sigur hann.

Tað merkir, at tey, sum hava brúk fyri lækna uttan fyri vanliga viðtalutíð skulu kanna eftir, hvør lækni hevur vakt og so ringja tey til hann.

Fólk í Suðuroy, sum hava brúk fyri lækna uttan fyri vanliga viðtalutíð, skulu ringja til kommunulæknan og fylgja leiðbeiningini tey fáa.

Men eisini í Suðuroy eru kommunulæknaviðurskiftini so vánalig, at kommunulæknafelagið vil hava viðurskiftini í rættlag.

Har eru fýra kommunulæknastørv, men bara tvey eru mannað við læknum í føstum starvi. Hini bæði størvini eru mannað við skiftandi avloysarum.

Men tað merkir, at føstu kommunulæknarnir hava so nógvar vaktir, at tað kann ikki góðtakast longur, sigur Marjus Dam.