Lady Gaga hevur avlýst tær síðstu 10 evropeisku konsertirnar av hennara konsertferð "Joanne" vegna ógvusliga pínu.
Songkvinnan bað um umbering á Twitter og segði seg vera kedda um hetta, men at hon noyddist at seta egnu heilsu fremst.
Lady Gaga hevur fibromyalgia, sum er ein kronisk sjúka, ið kann geva nógva pínu yvir allan kroppin.
Ein av teimum avlýstu konsertunum skuldi vera í Royal Arena í Keypmannahavn tann 17. februar. Upprunaliga átti Lady Gaga at hava konsert har í oktober í fjør, men tá noyddist hon eisini at avlýsa vegna sjúku.
Avgerðin um at avlýsa restina av konsertferðini varð tikin fríggjakvøldið, og til ber at søkja um endurgjald fyri billettirnar frá 6. februar.
Eg veit ikki hvussu eg skal lýsa hvussu kedd eg eri, segði 31 ára gamla songkvinnan. Eg veit bara, at um eg ikki geri hetta, standi eg ikki inn fyri tí sum tónleikurin hjá mær snýr seg um.
Lady Gaga átti m.a. at framføra í London, Manchester, Zurich, Stockholm, París og Berlin komandi vikurnar.
Kelda: BBC, TV2