23 ára gamli verjuleikarin, ið var handtikin fyri einum mánaða síðan, skal sita inni til hann sleppur fyri rættin. Hann fekk ikki viðhald í kæru síni at sleppa úr fongslinum.
Ruben Semedo er millum annað ákærdur fyri drápsroynd, harðskap og at eiga ólóglig vápn. Hann nokter seg tó sekan í øllum ákærum.
Fyrrverandi U21 landsliðsleikarin hjá Portugal er fyribils leikbannaður av felagið sínum, Villareal CF.
"Hóast felagið virður at øll er ósek til tað annað er prógvað, so verður Ruben Semedo leikbannaður uttan løn til rættarmálið er liðugt" skrivaði Villareal á heimusíðu síni, tá Ruben Semedo varð handtikin í februar.
Ruben Semedo hevur bert spælt fimm dystir hetta kappingarárið. Seinast 10. desemebur tá Villareal tapti 2-0 móti Barcelona.