Lá á markinum til at missa koyrikortið á staðnum

Løgreglan hevur kannað ferðsluna á Skálafjørðinum

Áki Bertholdsen
14. september 2024 kl. 10:15

Eina løtu fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar Millum Fjarða.Tað er eitt strekki har tað er loyvt at koyra 80, men tað er eisini eitt strekki, har bilar ofta koyra ov skjótt. 

Og so var eisini fyrrapartin í gjár, tí har vórðu fýra bilførarar tiknir, og teir koyrdu allir alt ov skjótt. 

Tríggir av teimum koyrdu upp ímóti 110 og tað fáa teir eitt klipp í koyrikortið fyri - umframt at teir fáa eina bót upp á einar 2.000 krónur í part.

Men so var tað ein, sum misti koyrikortið treytað og sostatt má hann taka tað umaftur, annars missur hann tað. Hann varð skrásettur at koyra beint undir 130 kilometrar um tíman, og sostatt lá hann beint uppiundir markinum til at missa koyrikortið á staðnum. Harumframt fær hann eisini einar 3.500 krónur í bót.