Tíðliga í kvøld vann Danmark tryggan 39 – 27 sigur ímóti Niðurlondum í miðumfarinum í EM kappingini í hondbólti. Dysturin varð spældur í Hamburg, og Jóhan á Plógv Hansen skoraði tvey av málunum hjá Danmark.
Flestu føroysku áskoðararnir eru komnir til hús aftur, eftir at teir í eina viku saman við føroyska landsliðnum hava verið í Berlin.
Onkrir føroyskir hondbóltsnørdar eru framvegis í Týsklandi. Eitt nú eru Birgir Sondum og Jóhan Pauli Johansen, sum hava verið millum áskoðararnar í fleiri endaspølum bæði í fótbólti og hondbólti, framvegis í Týsklandi.
Teir fóru í góðari tíð undan kappingarbyrjan til Týsklands. Teir ferðaðust við egnum bili við Norrønu og hava ferðast eitt sindur í Týsklandi. Nú eru teir í Hamburg, har teir í kvøld vóru millum áskoðararnar, tá ið Danmark við Jóhan á Plógv Hansen spældi.
Birgir og Jóhan Pauli eru báðir Kyndlamenn við stórum K. Jóhan á Plógv Hansen spældi í Kyndli, áðrenn hann blaðungur fór av landinum at royna, hvussu langt hondbóltevnini kundu røkka.
Eftir dystarlok í kvøld heilsaði Jóhan á Plógv Hansen upp á teir báðar liðfelagarnar í Kyndli.
Nú umboðar Jóhan á Plógv Hansen SG Flensburg-Handewitt í bestu týsku deildini. Hann hevur verið við til at vinna HM tríggjar ferðir við danska landsliðnum – í 2019, 2021 og 2023 – sum hann hevur umboðað 89 ferðir, og hann hevur skorað 164 mál á landsliðnum.
Næsti dystur hjá Jóhan á Plógv Hansen og danska landsliðnum verður fríggjakvøldið klokkan 19.30, tá ið Svøríki verður mótsstøðuliðið. Tað verður eisini í Hamburg, og eisini tá vera Birgir Sondum og Jóhan Pauli Johansen millum áskoðararnar. Spurningurin er, um Jóhan á Plógv Hansen verður á listanum. Hann kappast um plássið við Hans Lindberg, sum í kvøld var millum áskoðararnar.