Í morgin, triðja sunnudag í advent, skipar felagsskapurin, Samhugi við Palestina, fyri kyndlagongu í miðbýnum í Havn fyri varandi vápnahvíld í Gaza.
Síðan ræðuliga álopið hjá Hamas tann 7. oktober, har tey drupu eini 1.200 fólk, hevur ísraelski herurin dripið yvir 18.000 sivilfólk í Gaza.
– Sambært altjóða mannarættindaserfrøðingum hevur Ísrael framt fleiri krígsbrotsverk og onnur mannarættindabrot í sínum ágangi á palestinska fólkið í Gaza, siga tey i felagsskapinum.
– Ísrael hevur dripið næstan 8.000 palestinsk børn hesar seinastu tveir mánaðirnar. Tað er meir enn talið á børnum í Tórshavnar kommunu, siga tey.
Tey siga, at serfrøðingar lýsa støðuna sum eitt skúladømi um eitt fólkadrápi og neyðhjálparfelagsskapir á staðnum siga, at teir hava ongantíð áður sæð nakað líknandi.
– Vit kunnu ikki longur góðtaka, at Føroya fólkavaldu myndugleikar ikki gera vart við seg og gera sítt fyri at ávirka støðuna, har teir kunnu, siga tey í felagsskapinum.
Tey eru eisini farin at savna undirskriftir við eini áheitan á løgmann og politisku myndugleikarnar í Føroyum um at fordøma ágangin, sum Ísrael fremur í Gasa, akkurát sum samgongan fordømdi álopið tann 7. oktobur.
– Tað kann vera, at Føroyar er eitt lítið land við avmarkaðum møguleikum at ávirka altjóða stórpolitikk, men hetta snýr seg eisini um at gera tað rætta og vit vilja ikki at vera tigandi áskoðarar til eitt fólkadráp, siga fyriskipararnir.
Fyrr í vikuni atkvøddi eitt stórt fleirtal av ST limalondunum fyri vápnahvíld í Gasa. Avtalan er tó ikki bindandi og snýr seg einans um ein fyribils steðg fyri at tey í Gaza kunnu fáa bráðneyðuga neyðhjálp.
– At fleiri lond nú krevja vápnahvíld, vísir at kravgongurnar kring heimin, og fólksliga trýstið fyri vápnahvíld, ger mun, siga tey.
Tí mugu vit øll blíva við at leggja trýst á politisku myndugleikarnar, til ein varandi vápnahvíld er fingin í lag, og til ein endi fæst á blóðbaðnum í Gaza, leggja fyriskipararnir.
Tey halda, at eitt sjálvsagt høvi at vísa á vanlukkuligu støðina hjá fólkinum í Gaza, er at skipa fyri einari kyndlagongu fyri vápnahvíld triðja sunnudag í advent.
Hetta er eisini eitt sjálvsagt høvi til at vísa samhuga við palestinum í Føroyum, hvørs jól í ár munnu vera merkt av ófatiligari sorg.
Í Bethlehem, har Jesus var føddur, eru jólaldini avlýst í samhuga við palestinum.
Fyrireikararnir endurgeva lutherska prestin, Munther Isaav fyri at siga: Tað er ómøguligt at halda jól, samstundis sum eitt fólkadráp fer fram í Gasa. Jólini snúgva seg um Guds samhuga við teimum, sum eru kúgað og teimum, sum líða.
Munther Isaac legði afturat, at hóast jólahátíðarhaldini eru avlýst, eru jólabønirnar í Bethlehem ikki avlýstar.
– Tað er í hesum andanum, at fyriskipararnir fara í kyndlagongu í miðbýnum hendan triðja sunnudagin í advent - í bøn fyri og í vón um eina varandi vápnahvíld í Gaza, ongantíð ov skjótt.
Kyndlagongan verður í morgin, sunnudagin klokkan 15, og hon byrjar á Bursatanga.