Kyndil spílar seg út

Í dag upplýsir sigursvanda felagið í høvuðsstaðnum, at tríggir spælarar eru lagstir aftrat

Jóannes Hansen
12. juli 2023 kl. 15:59

Tað var tann tíð, tá ið mansliðið hjá Kyndli var einaráðandi í føroysku hondbólti. Soleiðis hevur tað ikki verið seinnu árini. Í fjør endaði Kyndil nógv aftast í grundspælinum – við tveimum stigum.

Síðani túsundáraskiftið hevur Kyndil vunnið FM í 2004, 2006 og 2007.

Kyndil hevur seinastu vikurnar av álvara fyrireikað seg til nýggja kappingarárið, og í dag boðar felagið frá, at tríggir spælarar eru lagstir aftrat.

Kyndil skrivar soleiðis:

Tað er við stórari gleði, at vit í Kyndli kunnu avdúka, at fleiri av okkara lokalu kreftum venda heim aftur til barndómsfelagið.

Høgni Klein Olsen, Rógvi Dal Christiansen og Ovi Lutzen eru spælarar, sum fyrr hava spælt á besta mansliðnum. Allir hava teir umboðað felagið fyrimyndarliga, og tað er tí eingin ivi um, at hendan lokala tilgongdin fer at styrkja liðið bæði á og uttanfyri vøllin.

Vit bjóða teimum hjartaliga vælkomin heim!

Soleiðis skrivar Kyndil.

Mánadagin boðaði Kyndil frá, at danskur spælari nú fer at umboða Kyndil. Tá skrivaði Kyndil soleiðis:

William E. Skovsager, sum er 22 ára gamal og vinstri bakkur og Kyndil hava gjørt avtalu um, at hann kemur at spæla við Kyndli komandi kappingarár.

Hann kemur frá Skive Håndbold, har hann hevur spælt við 1. liðnum og eisini í ligaini.

William var og royndarvandi herfyri og báðir partar eru nøgdir og samdir um at gera avtalu.

William kemur heimaftur til Føroya í næstum.

Í apríl boðaði Kyndil frá, at sáttmálar eru undirskrivaðir við tveir danskar spælarar:

22 ára gamli Tobias Thisen og 24 ára gamli Kristian Jeppsen hava gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár. Teir báðir hava undanfarna kappingarár leikt við Viking úr Bornholm, skrivaði Kyndil 12. apríl.

David Edvardsen og Jakob Lárusson eru venjarar hjá kyndilsmonnum, og Óla Hendrik av Fløtum verður styrkisvenjari.