Kvota 1: Umsóknarfreistin er 1. juli
Á midnátt 1. juli er seinasta freist at søkja um upptøku til útbúgving á Setrinum gjøgnum kvotu 1 til komandi lestrarár
Sigurjón Einarsson
21. juni 2021 kl. 11:30
Ætlar tú tær at søkja inn á Setrið gjøgnum kvotu 1 í ár, so er at spíska blýantin og fáa skjalprógv til vega nú.
Umsóknarfreistin er á midnátt hósdagin í næstu viku, og í tí sambandi hava tit kanska tørv á vegleiðing. Hana fáa tit á Lestrarskrivstovuni í J.C. Svabosgøtu 7, sum hevur telefonnummar 35 25 20 og teldupostadressu lss@setur.fo.
Avgreiðslutíðirnar eru millum klokkan 10 og 15.
Tit kunnu støkka inn á gólvið, skriva ella ringja, og so fáa tit vegleiðing.
Nógvar spennandi útbúgvingar eru at velja í, og tit kunnu lesa nærri um tær her.
Lesið meira um upptøku her.
Kelda: Brynhild Thomsen/Fróðskaparsetur Føroya