Kvøldseta á Kambsdali

Næmingarnir standa fyri innihaldinum, tá ið tað í kvøld verður kvøldseta á Kambsdali

Jóannes Hansen
8. november 2023 kl. 11:55

Í kvøld bjóðar Miðnám á Kambsdali til kvøldsetu. Soleiðis er tað um hesa tíðina á hvørjum ári, og undirtøkan plagar at vera góð.

Tað eru næmingarnir, sum eiga innihaldið í hesum almenna tiltakinum. Familja og vinir hjá teimum, sum nú ganga á skúlanum og onnur áhugað, hava møguleika at uppliva skúlan og virksemið á skúlanum, og kvøldið er eisini gott høvi hjá starvsfólkum og næmingum at uppliva okkurt øðrvísi enn vanligu skúlatímarnar.

Kvøldsetan verður í kvøld frá klokkan 19 til 21. Á skránni eru tónleikaframførslur, filmar frá námsferðum uttanlands vera at síggja, so er evnafrøðisshow, sum tey siga og annað spennandi, sum gongur fyri seg á skúlanum.

Ein flokkur, sum samlar pening inn til námsferð, fer at selja kaffi og køku í steðginum.