Aftur í ár var tað Jyske Bank Box í Herning, ið var karmurin rundanum tónleikakappinginI. Fyri fyrstu ferð í tvey ár, vóru heldur ongar koronaavmarkingar, sum foraðu áskoðarunum, ið at vera hjástaddir.
Átta sangarar/bólkar, ið luttóku í donsku Melodi Grand Prix kappingini. Undan kappingini var Reddi millum favorittarnir at vinna. Tó kom tað óvart á fleiri, at júst Reddi fór avstað við sigrinum. Samanlagt fingu Reddi 37 prosent av atkvøðunum hjá hyggjarunum. Sangurin hjá Reddi, ið gjørdist vinnarasangurin, æt ‘The show’.
Tær fýra kvinnurnar í Reddi skrivaðu eisini søgu í gjár. Tí hettar er fyrstu ferð, at ein bólkur, ið einans er mannaður av kvinnum, hevur vunnið donsku Melodi Grand Prix kappingina. Sum vinnari av donsku Melodi Grand Prix kappingini, sleppa tær at umboða Danmark á altjóða Eurovision. Kvinnurnar í bólkinum, eru ikki óroyndar. Millum annað luttók trummusláarin í bólkinum, Ihan Haydar, eisini í altjóða Eurovision í 2012. Tá var hon trummusláari í hjá Soluna Samay, sum luttók við sanginum ‘Should've Known Better’. Sangurin endaði nummar 23 av 26 til altjóða Eurovision.
Melodi Grandi Prix, er ein árlig tónleikakapping, fyri limalondini í EBU (European Broadcasting Union). Melodi Grand Prix var fyrstu ferð hildið í 1956 í Sveis, tá luttóku einans sjey lond. Í dag luttaka munandi fleiri. Eisini lond, sum ikki eru í Evropa, millum annað Avstralia. Í ár verður eisini ein broyting í Eurovision. Russland, ið hevur luttikið síðan 1994, hevur fingið forboð at luttaka í ár, orsakað av teirra hernaðarligu innrás í Ukraina.
Spennandi verður at vita um Danmark megnar at koma í finaluna í Eurovision í mai. Eurovision hálvfinalurnar vera hildnar 10 og 12. mai. Danmark verður við 10. mai, har møguleiki verður at spæla seg víðari í finaluna, ið fer av bakkastokki 14. mai.