Nú verður av álvara talt niður til tveir teir síðstu dystirnar hjá kvinnulandsliðnum í ár. Síðani kappingarlok 14. oktober, hevur landsliðshópurin vant regluliga, og í dag lætti føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti úr Vágum. Seinni í dag vandi liðið í Keypmannahavn.
Í morgin verður kósin sett ímóti Montenegro, har EM undankappingardystur verður fríggjadagin 1. desember. Fyrsta bríksl verður longu klokkan 12, og dómarakvartettin er úr Eysturríki. Marina Zechner verður dómari, hjálpardómarar vera Biljana Iskin og Cindy Zeferino De Oliveira og fjórði dómari verður Silke Hohenauer.
Síðsti dysturin hjá kvinnulandsliðnum í ár verður týsdagin í næstu viku – 5. desember – tá ið mótstøðuliðið á útivølli verður Aserbadjan.
Fyrr í heyst hava Føroyar spælt á heimavølli ímóti bæði Montenegro og Aserbadjan.
22. september endaði tað við 1-0 tapi ímóti Montenegro.
27. oktober endaði tað við 2-1 tapi ímóti Aserbadjan.
Landsliðsvenjarin Signe Andersen hevur hesar spælararnar við á ferðini:
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, FC Thy Thisted Q (Danmark)
Mona Rasmusdóttir, FC Thy Thisted Q (Danmark)
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Ása Stórá Carlsen, HB Tórshavn
Fridrikka Maria Clementsen, HB Tórshavn
Sunneva Willemoes, HB Tórshavn
Margit Magnusdóttir, 07 Vestur
Maria Vinjardsdóttir Johansen, KÍ Klaksvík
Rebekka Benbakoura, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Malena Olsen, KÍ Klaksvík
Sara Samson Lamhauge, NSÍ Runavík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Margunn Lindholm, NSÍ Runavík